Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, og ein av hansara næstu embætismonnum tóku undir við, at fangavørðarnir í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad kundu nýta likamligan og kynsligan ágang ímóti teimum iraksku fangunum fyri at fáa teir at svara spurningum.
Tað skrivar amerikanska tíðarritið The New Yorker. Blaðið hevur tosað við týðandi fólk í amerikonsku fregnartænastunum, sum hava havt samband við avhoyringarnar av teimum iraksku fangunum.
Verjumálaráðið Pentagon avsannar tíðindini í tíðarritinum. Talsmaðurin, Lawrence Di Rita, segði í gjár, at eingin í verjumálaráðnum hevur givið fangavørðunum loyvi til at nýta slíka framferð.
The New Yorker skrivaði í gjár, at Donald Rumsfeld og varaverjumálaráðharrin Stephen Cambone gjørdu av at nýta somu framferð ímóti fangunum í Irak sum ímóti fangunum í Guantanamo í Kuba. Ein liður í hesum var at taka myndir av fangunum, meðan teir vóru naknir. Samstundis skuldu fangarnir fáa at vita, at svaraðu teir ikki spurningunum frá fangavørðunum, fóru amerikanararnir at vísa skyldfólkum teirra myndirnar.
Politikarar ivast
Stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur higartil hildið fast um, at eingin í herleiðsluni visti um tað, sum fór fram í fongslinum í Irak, men bæði demokratiskir og republikanskir politikarar hava sagt seg ivast í hesum.
-Tey sjey skuldsettu fangavørðarnir vistu ikki, hvussu teir skuldu míkja fangarnar. Eg havi eingi prógv, men eg ivist ikki í, at onkur annar var uppi í hesum, segði republikanski senatorurin Susan Collins sunnudagin.
Fleiri hava kravt, at Donald Rumsfeld skal fara frá, men hann sigur nei. Bush, forseti, hevur eisini víst øllum skuldsetingum ímóti verjumálaráðharranum aftur.
Mannarættindafelagsskapir hava lagt stjórnina í Washington undir at dylja sannleikan. Teir vísa á, at stjórnin longu í 2002 fekk at vita, at fangar vórðu illa viðfarnir í fangalegum, sum CIA hevði uppsýn við. Nakrar mánaðir seinni segði Bush, at USA fór at forða øllum ágangi ímóti fangum, men sambært mannarættindafelagsskapunum vóru hetta tóm orð, tí sambært Reyða Krossi og øðrum felagsskapum hildu amerikanararnir fram við at bróta Geneve-sáttmálan um viðferð av krígsfangum.