Tey, sum hava nakað at selja, skulu eisini taka ímóti pengum kontant. pengum. Tað er ein partur av einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur nú lagt fyri Løgtingi.
Hetta er eitt danskt málsøki og nú vil landsstýrismaðurin hava Løgtingið at seta somu reglur í gildið í Føroyum, sum eru í gildið í Danmark. Og ein partur av hesum er, at tá ið fólk keypa eina vøru, ella tænastu, skulu tey eisini hava rætt til at rinda kontant.
Í Føroyum hava vit ikki greiðar reglur um hesi viðurskifti og tað hava verið søgur um, at vinnurekandi av ymsum slagi, hava noktað at tikið ímóti kontantum
Men nú verður so kontantreglan eisini sett í gildið í Føroyum og tað merkir, at tey, sum hava selt eina vøru, ella eina tænastu, skulu eisini hava skyldu til at taka ímóti gjaldinum, kontant.
Men hetta er kortini ikki galdandi alt samdøgurið, tí tað er bara um dagin, frá klokkan seks á morgni, til klokkan 22 á kvøldi, at tey hava skyldu til at taka ímóti kontantum. Tað er sostatt ikki galdandi seint um kvøldið, og um náttina.