Prísurin á húsum í Havn er fallin nakað, men í teimum smærru bygdunum er hann hækkaður Ein uppgerð hjá Eik Banka vísir, at handilin við sethúsum er nú nógv minkaður. Uppgerðin vísir eisini, at í miðal er prísurin á sethúsum í Havn fallin 10 prosent, samstundis sum hann er hækkaður seks prosent í smærri bygdum.
Í juli-ársfjórðingini var meðalprísurin fyri eini sethús 2,3 milliónir krónur í Suðurstreymoy, í størri bygdum var prísurin ein góð millión krónur í miðal, og í smærri bygdum var hann 1,2 milliónir krónur í miðal.
Hóast prísbroytingarnar ikki eru so stórar, er handilin minkaður nógv. Í Havn vórðu bara níggju hús seld í triðja ársfjórðingi. Tað er heili 59 prosent færri enn í øðrum ársfjórðingi í ár, sigur Eik Banki á heimasíðuni.