Handilin hjá Reyða Krossi letur aftur - fyribils

Tey, sum hava ørindi í endursýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka, koma á læstar dyr í hesum døgum. Men tað er bara fyribils, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi

Mong munnu fegnast um, at tað eru heilir fýra endurnýtsluhandlar í Havn. Men í løtuni er handilin hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka læstur, og pappír sett upp fyri vindeyguni. Á einum skelti stendur, at handilin er stongdur vegna serligar umstøður og mangul upp á fólk.

Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroyar sigur við Sosialin, at handilin er latin aftur fyribils, tí ávísar broytingar skulu gerast.

- Tey, sum hava rikið handilin sjálvboðið seinastu árini, eru nakað fá. Og so er handilin ov trongur. So her skulu onkrar broytingar til, sigur Súni Vinther.

Men hóast tey í løtuni eru ov illa mannað, er ætlanin ikki at søkja eftir fleiri hjálpandi hondum í fyrsta umfari. Fyrst skal framtíðin hjá handilinum til viðgerðar á aðalfundinum hjá felagnum, sum verður tann 22. mars.

Sambært formanninum taka fólk væl undir við endurnýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi. Innlating av vørum er hvønn mikudag og mikukvøld, men fólk koma eisini við tingum hinar dagarnar í vikuni. Ofta seta tey vørurnar niðri í bókabúðini á veghæddini, og hóast tey í Reyða Krossi eru takksom fyri lutirnar, hava tey ikki orku til at fáa lutir til høldar hvønn dag.

Framtíðin hjá handlinum hjá Reyða Krossi verður sum sagt viðgjørd á aðalfundinum tann 22. mars, og tá fáa vit helst meira at vita um hann.