Klaksvík:
Í Klaksvík verður sagt, at jólini ikki byrja fyrr enn jólakonsertin í Christianskirkjuni hevur verið. Konsertin hevur nú 40 ár á baki, og serliga tvær tær seinastu hava borið brá av broytingum. Aloftast hava tað verið Klaksvíkar hornorkestur og kór, sum hava framført til konsertina. Onkuntíð við onkrum solisti eisini. Men í fjør tóku fyrireikararnir stig til at fáa onnur við eisini. Tá vóru tað Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir. Í ár høvdu tey so boðið trimum øðrum luttakarum við. Ingibjørg Hansen, Magna Christiansen og SALT. Hetta gjørdi, at jólakonsertin nú má sigast at vera hamskift í mun til tað, sum hon hevur verið.
Kirkjan er altíð fullsett, tá konsertin er á skránni, og sunnukvøldið var onki undantak.
Konsertin byrjaði klokkan átta. Sum vanligt við samanringing, preludium, inngangsbøn og felagssálmasangi.
Fyrst at framføra var 13 ára gamla Ingibjørg Hansen úr Mikladali. Púra rólig sang hon Føgur er foldin og Gleðilig jól fyri teimum yvir 1.000 áhoyrarunum í kirkjuni. Rani Nolsøe hevði guitarfylgispæl. Røddin hjá henni fylti kirkjurúmið væl og virðiliga og við klokkuklárari rødd setti hon skjøtil á tað 40. jólakonsertina, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri.
Síðani tók hornorkestrið yvir. Tey spældu trý løg. Little Drummerboy, Ave Maria og The Mission.
Aftaná kom KFUM og K kórið við tveimum løgum. Eg rósu upp sá næla og Á sæla nátt, har Petur Hans Hansen sang solo.
Saman framførdu síðani kór, orkestur og urga Eg veit ein góðan seyðamann.
Síðani var orkestur og kór framførslan av. Heldur stokkut í mun til, hvat tað onkuntíð hevur verið, men við so mongum luttakarum sigur tað seg sjálvt, at avmarkingar mugu til.
Men tað man avgjørt hava verið onkur, ið kundi hugsa sær at hoyrt meira.
Sum nakað heilt nýtt var eitt ungdómsorkestur við. Stuttligt at síggja eitt ungdómsorkestur aftur í Klaksvík, og tað man óivað hava verið eitt upplivilsi fyri tey eisini at sleppa at luttaka á jólakonsertini. Men tað var harmiligt, at dirigenturin ikki hevði valt meira jólalig løg.
Magni Christiansen var sum altíð væl fyri, tá hann tók mikrofonina og byrjaði at framføra nakrar jólasangir av sínari nýggju fløgu. Hann sang fýra kendar jólasangir, sum øllum dámar væl at hoyra. Tað var tó nakað øðrvísi at hoyra hesar sangirnar kryddaðar við countrystíli, men uttan iva jólaligt í sjálvum sær við, at hann hevði valt júst teir sangirnar, sum hann sang.
At enda kom so vælumtókti bólkurin SALT. Uttan at taka nakað frá hinum, so var teirra framførsla í einum klassa fyri seg. Hetta var afturvendandi fyri konsertina frá í fjør av, har Eivør Pálsdóttir so avgjørt setti sín dám á ta frálíku konsertina. SALT sungu fimm løg. Tey løgdu út við Eg vil mínum Harra prísa og hildu fram við Føgur er foldin. Deyðatøgn var inni, meðan ræddirnar hjá teimum sjey fyltu alla kirkjuna, og meira enn einaferð mundu hárini reisa seg, so bergtakandi var at hoyra teirra sang. Sigast má, at tað er gleðiligt, at sjey so dugnalig fólk, sum duga so væl at nýta teirra rødd, hava sligið seg saman til at geva slíkar framúrskarandi framførslur.
Jólakonsertin í Christianskirkjuni endaði sum vant við felagssangi, har kór, orkestur, urga og alt kirkjufólkið sungu Gleðilig jól.
Konsertin var bæði hugnalig, hugtakandi, øðrvísi og góð. Men fyrireikararnir eiga kanska at ansa eftir ikki at fáa ov nógvar luttakarar, tí konsertin hevði hug at gerast nakað drúgv. Hetta sást væl aftur, tá fólk byrjaðu at reisa seg, áðrenn hon var liðug ? helst orsakað av nógva hitanum, ið inni var.