Teir landaðu í Hvalba seinasta mánadag og koma longu innaftur at landa nú mánadagin. Djúpvatnstrolarin Steintór kemur eisini mánadagin, so í Hvalba er nógvur fskur í væntu. Partrolararnir Hamranes og Breiðanes, sum landaðu í Hvalba fyrst í hesi vikuni, koma longu innaftur mánadagin.
Ólavur Bjarkhamar á TG Seafood í Hvalba sigur, at skipini høvdu fulla last, tá tey vóru inni seinasta mánadag - ella 240.000 pund tilsamans.
Hann sigur, at øll veiðan hjá skipunum var góður upsi.
- Á hesum túrinum, sum Hamranes og Breiðanes nú eru á, hevur fiskiskapurin higartil ikki verið so góður sum á seinasta túri, men enn hava skipini nakrar dagar eftir at fiska i, til tey koma innaftur at landa mánadagin, sigur hann.
Nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba seinastu tíðina, og Ólavur Bjarkhamar sigur, at rættiliga nógv verður at gera í komandi viku eisini, tá bæði Hamranes, Breiðanes og djúpvatnstrolarin Steintór koma inn at landa mánadagin.
Sjagaklettur, sum er ein annar djúpvatnstrolari hjá hvalbingum, er í løtuni á beding.