Hammershøi-málningur seldur fyri 31,5 milliónir krónur og setur met

»Interiør frá Strandgade 30«, sum Vilhelm Hammershøi hevur málað, er dýrasti málningur, sum er seldur á eini danskari uppboðssølu nakrantíð.

Málningurin hjá Vilhelm Hammershøi »Interiør frá Strandgade 30«, frá 1900 er seldur á uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen í dag fyri 31,5 milliónir krónur.

Málningurin var mettur til 20-30 milliónir krónur. Myndin er av konu Vilhelm Hammershøi, Ida Ilsted, í íbúðini í Christianshavn í Keypmannahavn, har parið búði frá 1898 til 1908.

Tað er dýrasti málningur, sum nakrantíð er seldur á eini uppboðssølu í Danmark. Metið higartil hevði málningurin hjá norska Edvard Munch, »La Pormenade des Anglais«, sum í 2006 varð seldur fyri 6,9 milliónir krónur.

##med2##

Hinvegin er tað ikki dýrasti danski málningur, sum nakrantíð er seldur. Tað metið hevur ein annar Hammershøi-málningur.

Í desember 2017 var málingurin hansara »Interiør med kvinde med klaver, Strandgade 30« frá 1901 seldur fyri 39,5 milliónir krónur á eini uppboðssølu hjá amerikansk-bretska uppboðssøluhúsinum Sotheby’s í New York.

Bruun Rasmussen hevði vónað at sláa hetta metið, men tað eydnaðist ikki. Tað vóru kortini lógvabrestir í uppboðssøluhúsinum, tá hamarin fall.

Fyrr vóru verkini hjá Hammershøi ikki so dýr, men síðani 1980’ini er tey dýrkað nógv.

»Interiør frá Strandgade 30« var í 1960 selt fyri 9.600 krónur hjá Bruun Rasmussen.

Seljarin hesaferð vil vera ónevndur og keypti sjálvur málningin í 1976 í Kunsthallen fyri ókendan prís.

Keyparin verður tó noyddur at gjalda meira enn 31,5 milliónir krónur, sum boðið ljóðaði uppá. Viðkomandi skal eisini gjalda ómaksgjald til Bruun Rasmussen.

Av heimasíðuni hjá Bruun Rasmssen sæst, at 30 prosent verða løgd oman á uppboðssøluprísin, sum fer til ómaksgjald og meirvirðisgjald av ómaksgjaldinum.

Tað vil siga, at einar 9,5 milliónir krónur verða lagdar omaná, soleiðis at prísurin tilsamans verður nærri 41 milliónir krónur.

 

/ritzau/