Renning
Tíðindaskriv
Teinurin byrjaði nakað inn eftir vegnum til Funningsfjørð árakað bergholið. Runnið varð úteftir millum Fjarða, framvið Skálafjørðinum og út á Tofta kei.
Hóast nakað av iva var um veðrið undan kappingini, vórðu líkindini av teimum bestu hjá teimum 8 rennarunum, ið tóku lut í kappingini. Fyrstu 5 kilometrarnar var eitt lot undan, og restina av teininum var at kalla stilli.
Longu stutt eftir startin kom spjaðing í. Cecil og Hallur løgdu harðast út. Síðan kom fyrst Óli og síðan Flemming. Næstir teimum fylgdust Robert og Olaf. Og síðan fylgdust Jóan Petur og Regin.
Gekk javnt
Teir fremstu báðir fylgdust mestsum allan vegin. Bert fýra sekund skildu teir, tá teir komu á mál á Toftum. Hallur vann við 1.19,12. Hetta er nakað seinni enn teir 1,11, hann rann seinasta heyst, men hann venur ikki so nógv beint nú. Hinvegin rann Cecil bert 14 sekund seinni enn sítt persónliga met. Og tá hugsað verður um, at fleiri brekkur eru á leiðini út á Toftir, má hetta sigast at vera ein góð tíð hjá Cecil.
Óli kom tryggur inn á triðja plássinum. Men í bardaganum um fjórða plássið mátti ein spurtuppgerð til. Nakað áðrenn teir komu á mál, megnaði Olaf at koma framm á og fara framvið Flemming. Hinir tríggir komu hvør í sínum lagi.
Luttakararnir í kappingini vóru væl nøgdir við ein hugnaligan túr í góðum líkindum. Vónandi fer ein kapping so tíðliga á árinum at geva teimum áræði at koma í enn betri venjing í ár enn undanfarin ár.
Næsta kapping verður væntandi seint í mars ella fyrst í apríl. Tað verður tann vanliga 10 km kappingin í Runavík.