Hallur Hansson og Gilli Sørensen úr HB seldir til Aberdeen FC

Leikararnir eru Hallur Hansson og Gilli Sørensen, sum, meðan teir eru á football-college í Aberdeen, eisini fara at ganga í skúla har, skrivar heimasíðan hjá HB, www.hb.fo

 

- Talan er um tveir sera evnaríkar leikarar úr okkara dreingjadeild, sum eisini eru fastir menn á U17-landsliðnum. At Aberdeen FC skrivar undir avtalu við Hall og Gilla, er tí, at teir síggja eitt stórt potentiali í teimum, sigur Niels Juel Arge, varaformaður í HB.

Hann heldur tað verða spennandi at síggja, hvussu teir fara at mennast sum fótbóltsleikarar.

 

- Teir koma í eitt umhvørvið, har ið nógvir eru um boði, og tað fer ivaleyst at menna teir, Sigur Niels Juel Arge.

 

Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður í NAFA, hevur staðið fyri samráðingunum við Aberdeen vegna leikararnar. Í samband við søluna hevur HB eina samstarvsavtalu við TB um Gilla, sum kom til HB úr TB fyrr í ár.