Hallur Hansson hevur fingið nýtt felag

Føroyski landsliðleikarin skiftir til Vejle

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum Hallur Hansson hevur í eina tíð verið uttan felag, eftir at sáttmálin við AC Horsens gekk út. 

 

Men nú hevur hann fingið nýtt felag. Hann skiftir til Vejle BK, sum eins og AC Horsens spælir í bestu donsku deildini. Hetta er staðfest í morgun, nú Vejle Boldklub hevur lagt tíðindini út við mynd av Halli, sum heldur í nýggju reyðu troyggjuni.

 

Hallur Hansson verður sostatt liðfelagi hjá vinstrabakkinum á landsliðinum, Viljormi Davidsen, sum nú hevur spælt í Vejle í fleiri ár.

 

Hallur Hansson fegnast um nýggja sáttmálan, sigur hann við heimasíðuna hjá Vejle BK.

 

– Tað sigur seg sjálvt, at eg kenni felagið og liðið, og samstundis havi eg tosað við Viljormur um góðskuna í hópinum. Eg fari at geva alt, sum eg kann, fyri at tryggja góð úrslit til liðið í heyst, sigur 29 ára gamli Hallur Hansson við heimasíðuna hjá nýggja felagnum. 

 

Peter Sørensen, venjari hjá Vejle Boldklub, fegnast eisini. Hann sigur, at føroyski miðvallarin altíð gevur seg 100 proset, og hann veit, at Hallur kann gera ein mun.

 

Vejle Boldklub liggja í løtuni niðast í Superliguni við tveimum stigum.