Frammanfyri 5013 áskoðarum á Rugby Park kom Hallur Hansson á vøllin fyri fyrstu ferð í skotsku Premier League. Hann kom á vøllin fyri Clark Robertson.
Hallur Hansson er 18-ára gamal og spælur á miðvøllinum. Hann spældi ein branddyst við U-21 landsliðnum ímóti Andorra, tá Føroyar vunnu 3-1. Hann er annar av tveimum føroyingum í Aberdeen. Hin er Gilli Sørensen.
Heimasíðan hjá Aberdeen sigur lítið og einki um avrikið hjá føroyinginum, uttan at hetta er hansara debut.
Aberdeen liggur næst niðast við 10 stigum, ið er eins nógv og Hamilton Academical, sum liggur niðast. Tað er 12 lið í skotsku Premier League og bara eitt lið flytur niður.