Hallur gevur yvirskot

Hallur Hansson og AC Horsens hava yvirskot triðja árið upp í slag

AC Horsens hevur í dag kunngjørt eitt yvirskot árs yvirskot á góðar 2,4 milliónir krónur. Danska superligafelagið hevur føroyska landsliðsmiðvallaran, Hall Hansson, í hópinum.

 

Í 2014 hevði felagið eitt undirskot á 10 milliónir krónur, men árið eftir hevði felagið eitt lítið yvirskot á 174 túsund krónur. Í fjør var yvirskotið 429 túsund krónur og í ár 2,4 milliónir krónur.

 

- Tað er eitt fantastiskt úrslit og ein staðfesting av, at øll kring AC Horsens hava lagt nógv fyri í sínum arbeiði. Hetta hevur verið eitt gott fíggjarligt ár, har søla av spælarum, øktar stuðulsinntøkur og eitt fimta pláss í Superliguni hava spælt inn, samstundis sum at hava ansa væl eftir útreiðslunum, sigur kristian Nielsen, stjóri í felagnum.

 

AC Horsens skal sunnudagin spæla móti Brøndby IF í Superliguni.