Hallur fekk ein hálvleik í sigri

Hallur Hansson spældi fyrra hálvleik, tá AaB í dag spældi sín fyrsta venjingardyst í uppstarinum til Superliguna.

 

Danska Superliga-felagið spældi móti SSVg Velbert úr Týsklandi. Føroyski miðvallarin spældi allan fyrra hálvleik, sum var málleysur. Í seinna hálvleiki gjørdi venjarin ikki færri enn útskiftingar. Ein av teimum, sum fór út var Hallur Hansson.

 

Í seinna hálvleiki legði AaB týska 4.deildarfelagið undir trýst og vann 2-0.

 

AaB skal 18. juni spæla móti FC Dila Gori úr Georgia í Europa League.