HALLÓ - Hans Pauli Strøm

Hví møtir tú so væl upp í løgtinginum, spyrja við Hans Paula Strøm

Hans Pauli Strøm,

løgtingsmaður, sum hevur møtt allar tingfundir í hesi tingsetu


Hví møtir tú so væl upp?

- Tað, sum eg geri, vil eg gjarna gera til lítar. Eg kenni meg best við at møta væl upp í løgtinginum, tí so veit eg, hvat gongur fyri seg. Ert tú burtur, so kanst tú missa bæði vitan og ávirkan í løgtingsarbeiðnum.


Ert tú ikki ov skikkiligur?

- Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi so í øllum førum ilt av, at eg møti væl upp.


Hvat heldur tú um tey, sum møta illa upp í tinginum?

- Møtir tú illa upp, so ert tú ikki førur fyri at gera arbeiðið til lítar. Men hinvegin so viðurkenni eg eisini, at tað kann koma fyri, at tað ikki ber til at møta til arbeiðis onkran dag. Eg eri meira irriteraður inn á tey, sum møta upp eina lítla løtu av einum heilum degi bara fyri at fáa stemplið fyri dagin.