Hann heldur leiklutin hjá Amnesty International vera broyttan nógv hesi seinastu árini.
- Tað tíðina eg var stjóri í Amnesty vóru vit nærum ósjónlig í Føroyum. Lutvíst tí vit ikki høvdu mandat í Føroyum, og eisini tí vit vóru meira heimfødd og sannførd um, at vit búðu í einum smørholi. Vit vóru meira upptikin av teimum ræðuleikum, ið vit sóu uttan úr heimi. Men vit hava eisini brúk fyri at halda speglið upp fyri okkum sjálvum, so eg ynski teimum tillukku við tí arbeiði, ið tey gera, sigur Halgir Winther Poulsen..