Haldið aftur við sjúkupolitikkinum

Børn á dagstovnum, sum brúka náttúruna, eru meira frísk. Og talið av berarum av Streptokokkus pneumonia er munandi lægri á hesum dagstovnum.

Tað sigur Marita Debes Magnussen, sum arbeiðir við spurninginum um mótstøðuføri í eini ph.d.verkætlan, við heimasíðuna hjá Granskingarráðnum.

Marita Debes Magnussen hevur kannað antibiotika mótstøðuføri hjá føroyingum síðan 2009 og í tí sambandi hava tveir sjúkrarøktarfrøðingar, Elna Krosstein og Sunneva Petersen, verið úti á 31 dagstovnum kring Føroyar. Fyri at Marita kundi kanna um føroysk børn vóru berarar av bakteriuni Streptokokkus pneumonia, sum ofta er atvoldin til millumoyrnabruna hjá smábørnum, hava Elna og Sunneva tikið 600 nasaroyndir frá børnum í aldrinum 1/2 til 7 ár.

-Tað vísir seg eisini, at dagstovnar sum ikki hava so strangan sjúkupolitikk, sum til dømis at børn við eygnabruna fáa loyvi at koma á dagstovnin, hava eisini frískari børn og lægri tal av berarum. Møguliga sigur hetta okkum, at tey børn, sum verða útsett fyri teimum vanligu barnasjúkum og bakterium, og tey børn, sum sleppa at rokast nógv úti í náttúruni, vísa seg at hava eina betri immunverju, sigur Marita Debes Magnussen.

Kelda: Gransking.fo