Halda ráðstevnu um barnavenjing

Fótbóltssambandið skipar í døgunum 19.-20. mars fyri eini ráðstevnu um barna ? og ungdómsvenjing. Endamálið við ráðstevnuni er, at venjarar kunnu hittast og fáa eina rúgvu av tilfari, hugskotum og íblástri annars at taka við sær heim aftur til feløgini.

 

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, kjak og praktiskar venjingar á vølli.

 

Milum evnini, sum verða tikin upp, er, hvussu útveljing av ungum fótbóltsspælarunum skal ella ikki skal gerast. Eisini verður tosað um raðfesting av venjingini av ungum spælarum og um ítøkiligar venjingar.

 

Meira fæst at vita um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá FSF.