Halda fram við yvirtøkuni

Yvirtøkan av flogvøllinum er ikki steðgað, men verður útsett, til loftferðslumyndugleikin eisini er komin á føroyskar hendur, sigur løgmaður

 

Loftferðsla


Yvirtøkan av loftferðslumyndugleikanum eigur at verða gjørd, áðrenn sjálvur flogvøllurin verður yvirtikin, sigur løgmaður. Tí er yvirtøkan av vøllinum, sum skuldi vera á nýggjárinum, útsett.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at tað hevur einki við nakað valúrslit ella valagn at gera, at nú er gjørt av at útseta yvirtøkuna av flogvøllinum, sum ætlandi skuldi verða framd á nýggjárinum.

Men hann ásannar, at orðini hjá flogvallarstjóranum um, at danir ikki vilja byggja út orsakað av fullveldispolitikkinum hjá landstýrinum, hava havt árin.

Løgmaður sigur, at hann hevur fingið at vita frá donskum myndugleikum, at tað er ikki Ferðslumálaráðið, sum samráðst annars hevur verið við, men Forsætismálaráðið, sum tekur avgerðir, tá talan er um pengar til flogvøllin.

Flogvøllurin í Vágum verður rikin við fleiri undantaksloyvum frá donsku loftferðslumyndugleikunum, sigur løgmaður. Tí metir hann tað skilabest at bíða við at yvirtaka sjálvan vøllin, til myndugleikin yvir honum eisini er yvirtikin.

?Tí tað kann ikki væntast, at loftferðslumyndugleikarnir fara at lata nøkur undantaksloyvi, tá teir vita, at føroyingar skulu gjalda tær kravdu útbyggingarnar.

Tað kann gott vera, at tað tykist løgið at tosa um at yvirtaka ein flogvøll, sum vit samstundis krevja, at danir byggja út og gjalda fyri.

Men tað er einki løgið í tí, vísir løgmaður á, tí tær útbyggingarnar skuldu langt síðan havt veirð gjørdar, men eru beinlieðis forsømdar. Og har er tað so, at undantaksloyvini koma inn í myndina.

Tann sum í løtuni eigur flogvøllin, hevur sjálvur myndugleikan, og so kann ymist gerast, sum eitt nú at víkja frá altjóða krøvum við at lata sær sjálvum undantaksloyvi.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at tað ber ikki til at yvirtaka flogvøllin í Vágum, uttan at loftferðslumyndugleikin eisini samstundis verður yvirtikin.

At yvirtaka loftferðslumyndugleikan er ikki nakað, sum gjørt verður eftir einum degi. Og eftir ætlan skal tann vyritøkan ikki verða fyrr enn fyrsta januar 2004.

So tað liggur nakað væl frammi í tíðini við yvirtøku av flogvøllinum, sigur løgmaður.

Men tað merkir kortini ikki, at flogvøllurin ikki skal byggjast út. Tí tað skal hann.

Hvussu verður við kostnaðinum av tí, heldur løgmaður ikki nakað vera at ivast í. Hann eiga danir at bera, tí tað skuldi langt síðan havt verið gjørt.