Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus leiktu í kvøld javnleik 27-27 móti Nordsjællandi á heimavølli.
Fýra sekund undan dystarloki brendi Morten Balling hjá Skanderborg Århus tíverri eitt brotskast, ið kundi tryggjað heimaliðnum ein 28-27 sigur.
Í steðginum var Nordsjælland á odda 15-12.
Hákun skoraði eitt mál, og legði upp til eitt mál.
Skanderborg er nummar 11 í bestu donsku hondbóltsdeildini við fýra stigum fyri fimm dystir.
Komandi týskvøld spælir Skanderborg Århus á heimavølli móti svenska liðnum, Kristianstad í EHF European League undankappingini. Skanderborg Århus er á odda 32-31 frá fyrra dystin. Samlaði vinnarin vinnur seg í bólkaspælið.