Hákun og liðfelagarnir fingu vánaliga byrjan upp á endaspælið

Skanderborg Århus var fyri stórtapi á heimavølli

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus fingu eina sera vánaliga byrjan upp á endaspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í fyrsta dystinum á heimavølli í bólki 2 tapti Skanderborg Århus stórt 23-33 fyri Bjerringbro/Silkeborg. Gestirnir vóru á odda 17-12.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus.

 

GOG er fremst við fýra stigum, Bjerringbro/Silkeborg er næstfremst við trimum stigum. Fredericia og Skanderborg Århus hava fyrsta stigið til góðar.

 

Komandi týskvøld hevur Skanderborg Århus torføran dyst á útivølli móti GOG.