Frakland hevur besta møguleikan at vinna EM, Belgia hevur ein næstan líka góðan møguleika, og Spania hevur ein rímiligan møguleika. Týskland, Niðurlond, Ongland og Italia hava ein lítlan møguleika.
Tað hava talknúsararnir hjá hagtalssíðuni The Analyst roknað seg fram til.
Talknúsararnir hjá The Analyst hava roknað seg fram til, at møguleikin fyri, at Danmark vinnur EM er 3,6 prosent. Møguleikin fyri, at Svøríki vinnur EM er bara 1,9 prosent.
Hagtalssknúsararnir hjá The Analyst hava roknað seg fram til, at møguleikin fyri, at Eysturríki vinnur EM er bara 0,1 prosent.
Á myndini omanfyri síggjast møguleikarnir hjá teimum 16 landsliðunum í prosentum fyri, at tey kunnu vinna EM, ið talknúsararnir hjá The Analyst hava roknað seg fram til.