Hagtøl sum teljast millum tey bestu í heiminum

Í síðstu viku høvdu vit grein um samkomuna, sum Beta Files í Saltangará skipaði fyri í hølunum hjá P/F Beta. Í dag fara vit at hyggja í áhugaverda bóklingin, ið felagið, sum nú eigur rættindini til alt skjalatilfar hjá gomlu kuba-trolarunum, hevur latið gera

Fiskivinna

Snotuligi bóklingurin, sum Beta Files hevur givið út, er ein stutt gjøgnumgongd av fullfíggjaðum tilfari um rakstur av átta trolarum yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um tilsamans 25 ár.
    Bóklingurin ber heitið “Skjøl frá partafelagnum Beta sum granskingartilfar”.
- Hetta er eitt tað mest fullfíggjaða tilfar, sum yvirhøvur er at finna í heiminum – bygt á áratíggju av samanhangandi rakstri og væl skipaðum veiðihagtølum og øðrum upplýsingum, sigur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, sum við góðari hjálp hevur lagt bóklingin til rættis.
    
Rætt og álítandi
Í fororðunum verður sagt, at endamálið við framløguni av tilfarinum, sum fór fram á Beta seinasta hósdag, er at visa møguligum áhugaðum, at her eru upplýsingar, sum kanska í síni heild ikki finnast aðrastaðni.
    - Hetta eru upplýsingar, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri tann, sum vil vita um trolararakstur yvir eitt langt tíðarskeið.
    Í bóklinginum verður dentur lagdur á, at upplýsingarnir eru rættir og eftirfarandi, samstundis sum teir eru lættir at leita í, tí teir eru væl skipaðir í tíð, skipum og á annan hátt.
    - Upplýsingarnir eru savnaðir yvir meira enn 25 ár, meðan skipini hava rikið fiskiskap á einum væl defineraðum og avmarkaðum øki undir Føroyum.
    P/F Beta ynskir soleiðis at kunna um hetta tilfar og lata onnur fáa lut í tí, eitt nú granskarar, fiskivinnumyndugleikar, vinnulív, ráðgevandi fyritøkur, lærustovnar og onnur.
    - Bóklingurin er partvís ein samandráttur og partvís stakroyndir fyri at visa á, at tilfarið er til skjals fyri alt tíðarskeiðið, verður sagt í fororðunum.

Alt síðan 1978
Í innganginum til bóklingin verður víst á, at P/F Beta hevur rikið átta trolarar á ísfiskaveiði undir Føroyum síðan 1978, og óneyðugt er at siga, at hetta eru teir sonevndu kuba-trolararnir, sum vóru systurskip.
    Skipini hava gjørt nakrar fáar túrar í Norðsjónum, men annars hevur øll veiðan verið undir Føroyum.
    - Fiskiskapurin hevur verið eftir botnfiskasløgum, og serliga hevur veiðan verið upsi. Eitt skifti í 1998 vóru tveir av trolarunum á gulllaksaveiði.
    Í bóklinginum verður víst á, at í dag eru øll skipini skift út við meira nútímans skip, men øll skjølini hjá reiðarínum eru varðveitt síðan byrjan.
    - Skjølini eru partvís talgild, men annars eru øll í pappírsformi.
    Skjalagoymslan, sum Beta Files nú eigur rættindini til, fevnir um øll skjøl, eitt nú avreiðingarseðlar, fakturar av ymiskum slag, landingarkostnað, manningarpartar, proviant, eykalutir, brennievni, fiskireiðskap, skipsdagbøkur, tekningar, sáttmálar og aðrar avtalur, samskifti við stovnar og feløg, bæði alment og privat.
    - Eisini eru neyv hagtøl yvir veiði, fiskasløg og prísir, eins og yvir inntøkur og útreiðslur av ymiskum slag.

Søgan aftanfyri
Tað var í 1973, at Skipafelagið Føroyar keypti kuba-trolararnar til at brúka sum supply-skip í Norðsjónum til nýbyrjaða olju-og gassvinnu har.
    Skipini vórðu bygd í 1970 í Rosslau í táverandi Eysturtýsklandi, sum partur av hjálpartiltaki hjá DDR-stjórnini til Kuba.
- Skipini komu til Havanna í Kuba, men sáttmálin varð ongantíð uppfyltur, og tí seldu eysturtýskarar skipini víðari, og soleiðis komu tilsamans níggju skip av 15 til Føroya.
    Kuba-trolararnir vóru stutt í oljuvinnuni vegna vantandi inntøkur.
    Skipafelagið gjørdi tí av at byggja átta av skipunum um til veiði eftir ísfiski. Umbyggingin fór fram í Noregi, men tann eini báturin varð seldur til Bretlands.
    Og soleiðis vóru teir átta eftir.
Í 1977 varð nýtt felag stovnað, sum kom at eiga og reka skipini, og í 1978 vóru allir komnir í vinnu aftur.
    - Skipini komu at veiða upsa, og henda veiða gjørdist ein týðandi partur av ísfiskinum undan Føroyum – ikki minst orsakað av hesum skipum.
    Kuba-trolararnir vóru soleiðis millum teir allar fyrstu, sum byrjaðu regluligan fiskiskap eftir upsa í føroyskum sjógvi.

Fóru at partrola
Seinni fingu kuba-trolararnir eina munandi umbygging, har atlit vórðu tikin til at bøta um umstøðurnar hjá manningini og hagreiðingina av fiskinum
Við umbyggingini varð bátadekkið yvir troldekkinum gjørt størri, ein netatrumla varð sett omanfyri dekkið, og nýggir og størri vaskipavnar vóru eisini settir í skipini.
    - Trolararnir vóru júst umbygdir um tað mundið, tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar. Hetta fall eisini saman við stórari hækking í oljuprísunum.
    Men ráð vóru fyri hesum.
    - Kuba-trolararnir fóru nú at partrola, og hetta minkaði heilt munandi um oljuútreiðslurnar, og skipini hildu soleiðis fram at partrola, til tey fyri fáum arum síðan fóru úr flotanum.
    Skipini byrjaðu at partrola í 1981, og við árslok 1982 fiskaðu seks skip við partroli, meðan tvey hildu fram við einkult-troli.
    - Munurin varð viðgjørdur á ymiskan hátt, og vísti tað seg, at sparingin við partrolingini var stór.

Veiðan í tølum
Árini 1978-2003 hava kuba-trolararnir í miðal fiskað 1200 tons hvør um árið, og hetta gevur eina samlaða árliga veiðu upp á 9.600 tons.
- Taka vit alt tíðarskeiðið, gevur hetta 230.000 tons. Av hesum stendur upsin fyri 76%.
    Við ársbyrjan 2003 vórðu tríggir av gomlu kuba-trolarunum tiknir úr vinnu, samstundis sum tveir nýbygdir trolarar, Bakur og Stelkur, komu í flotan í staðin.
    - Hetta var byrjanin til eina útskifting, sum byggir á, at allir átta kuba-trolararnir verða skiftir út við seks nýggjar av nøkulunda somu stødd, sum teir gomlu. Nýggju skipini eru tó heldur størri og meira nútímans.
    Í bóklinginum verður víst á, at tey níggju skipini hava havt munandi betri rakstrarúrslit enn tey gomlu.