Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar

- Menninir á vakmyndatólinum fara neyvan at geva seg til kennar, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

Vísandi til eina samrøðu, sum norska blaðið Aftenbladet hevur havt við politimeistaran, Steven Hasseldal, váttar kanningarleiðarin í málinum um horvnu ríksmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, at kryptovaluta hevur verið brúkt sum samskiftisháttur.

 

Hetta er eisini tað, sum nógvir miðlar hava skrivað í fleiri vikur. Hinvegin vil kanningarleiðarin í málinum, Tommy Brøske, ikki siga nakað um, hvat slag av kryptovaluta, talan hevur verið um.

 

- Sum kunnugt hevur mótparturin broytt samskiftispall í síni seinastu fráboðan til advokatin hjá Hagen-familjuni og løgregluna, men vit kunnu einki meira siga um samskiftisháttin, sum hevur verið millum partarnar, sigur Tommy Brøske.

 

Eitt, sum hevur verið nógv frammi í málinum um horvnu Anne-Elisabeth Hagen, eru tveir persónar, sum vakmyndatól staðfestu nærindis arbeiðsplássinum hjá ríkmanninum, Tom Hagen, sama dag, sum konan hvarv. Hesir hava ongantíð givið seg til kennar.

 

Hetta hevur eisini fylt nógv hjá kanningarliðnum, men nú hevur løgreglan mist vónina um, at tað fer at eydnast at eyðmerkja hesar persónar, sum eftir øllum at døma ikki vilja geva seg til kennar.

 

- Menninir á vakmyndatólinum hava havt høga raðfesting hjá okkum, men nú vænta vit ikki, at vit fara at finna fram til, hvørjir teir eru, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.