Håkan: Fjøldin á Tórsvølli lyfti liðið í kvøld (FM1)

(FM1) Landsliðsvenjarin er fegin um sigurin á Litava og takksamur fyri stuðulin á Tórsvølli

##med2##

 

Tað hevur verið eitt ávíst trýst á landsliðsvenjaratoyminum, Håkani Ericsson og Eli Hentze aftaná tapini fyri Turkalandi og Luksemborg, og tí var tað ein sera fegin landsliðsvenjari, Håkan Ericsson sum reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á aftaná 2-1 sigurin á Litava á Tórsvølli. 

 

Håkan er tó leikliga meira nøgdur við fyrra hálvleik enn við seinna hálvleik. Føroyar skoraðu bæði málini í fyrra hálvleiki, og liðið megnaði ikki heilt tað sama í álopspartinum í seinna hálvleiki.

 

Håkan er takksamur fyri stuðulin Skansin og áskoðarafjøldin á Tórsvølli veitti liðnum í kvøld, ein stuðul sum veruliga fløvaði hjá honum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

Samrøða: Håkan Ericsson, landsliðsvenjari

Samrøða: Håkan Ericsson, landsliðsvenjari