##med4##
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Håkan Ericson
Landsliðið er á venjingarlegu í Marbella í Spania. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, er fegin um at hava spælararnar tøkar í tíggju dagar.
-Eg eri klaður fyri at hava fingið spælararnar í tíggju dagar, og at vit ikki skulu ferðast langt millum dystirnar. Her eru góðir vøllir og vit búgva væl. Veðrið hevur ikki ordiliga verið við okkum. Tað hevur nærmast verið føroyskt veður, men vit hava við nakrar harðar spælarar at gera, tí teir gremja seg ikki, sigur Håkan Ericson.
Veðrið í Føroyum hevur ikki verið nakað at reypa av, og tað órógvaði eisini fótbóltsvikuskiftið undan fráferðini, tí fleiri dystir blivu fluttir til sunnudagin.
-Mær dámar ikki, at landskappingardystir verða spældir so seint upp til at landsliðið møtir, men av tí at vit ikki spæla fyrr enn leygardagin, klára vit at takla tað. Høvdu vit skula spælt eitt nú mikudagin ella hósdagin, sum er vanligt, hevði tað ávirkað nógv. Tú er noyddur at ansa eftir dag tvey eftir ein dyst. Tað var eisini gott, at vit ikki fingu skaðar sunnudagin, tí vit fóru avstað mánamorgun, sigur landsliðsvenjarin, ið er nøgdur við umstøðurnar.
-Eg havi verið her í Marbella fyrr í fótbóltsørindum og eg kenni umstøðurnar. Tað hevur regnað nógv seinastu dagarnar, men undirlagi var gott at spæla á í dag. Tað eru tey góð til her og tað er tað týdningarmiklasta, sigur hann.
Tað gekk ikki sum ætlað mikudagin, tá liðið skuldi til venjing. Bussurin var 40 minuttir seinkaður og tað er nógv, tá ein hópurin stendur klárur at fara til venjing.
-Tú kanst ikki gera so nógv við tað. Tú mást bara leita eftir eini aðari ætlan. Vit umhugsaðu at bíleggja nakrar hýruvongar, men so søgdu tey at bussurin var fimm minuttir vekk. Tað søgdu tey aftur eitt korter seinni. Tá blivur tú eitt sindur argur. Tað er okkurt slag av streyku og tað fáa vit ikki gjørt nakað við, og hetta var eisini ein møguleiki at síggja hvussu liðið taklar eina slíka støðu. Klárur tú at halda fokus? Tað gjørdu spælararnir og teir blivu ikki argir og gjøgnumførdu eina fína venjing, sigur Håkan Erison, sum fekk avboð frá Mads B. Mikkelsen undan fráferðini.
##med2##
-Tað er harmligt, at vit ikki fáa møguleikan at síggja Mads í landsliðssamanhangi, tí hann hevur eginleikar á altjóða stigi við sínum teknikki og kvikleika, men tað týdningarmesta hjá honum og KÍ er, at hann kemur fyri seg, tí skaðar eru størsti mótspælarin hjá honum. So koma nokk fleiri møguleikar í framtíðini. Vit hava tikið Adrian Justinussen við í staðin og hetta er ein møguleiki hjá honum at vísa seg fram. Hann hevur yvirtikið tað plássið, sum vit ætlaðu til Mads, forklárar landsliðsvenjarin.
Higartil hevur ongin ordiligur skaði verið, men onkrir spælarar hava onkrar avmarkingar og onkrar snuddir.
-Vit hava tikið eitt nú Ára Mohr Jónsson við, sum hevur ein skaða at dragast við og er í uppvenjing. Honum ansa vit eftir saman við Gilla Rólantssyni og Klæminti A. Olsen, ið hava havt skaðar í seinastuni. Sum heild er hópurin í góðum standi, men eg haldi meg síggja at fleiri spælarar hava smærri teknisk mistøk í sær. Tað hevur nokk nakað við at tað er tíðliga í kappingarárinum, og at uppstarturin hevur verið merktur av vánaligum fótbóltslíkindum. Eg eri væl nøgdur við leikferðina og kropsliga partin, men tað tekniska og ávísar avgerðir halta, sigur landsliðsvenjarin, ið ætlar at spæla meiri álopskent í 2022.
-Tankin er at vit skulu hava meiri álopsspæl móti liðunum í Nations League, enn vit høvdu móti teimum bestu í HM-undankappingini. Tað hevur nakrar avleiðingar í framrættaða spælinum, tá vit bara spæla við einum áleypara. Eydnast tað ikki okkum, at spæla okkum fram og fáa nógv fólk í góðar støður, so er torført at skapa nakað við einum áleypara, sigur landsliðsvenjarin.
##med3##
Ein avbjóðing í 2022 verður, at landsliðið er uttan Brand Hendriksson og Trónd Jensen, tí teir hava álvarsligar skaðar. Tí má spæliætlanin broytast nakað.
-Vit skulu hava nakar møguleikar og arbeiða við liðnum. Kanska koma vit at síggja í dystinum móti Liktenstein, hvussu vit kundu hugsað okkum at spæla móti Turkalandi í útidystinum móti Turkalandi í Nations League. Málið er at spæla við tveimum áleyparum í hesum kappárinum.
Vit hava arbeitt við tí til venjing og vit hava tosað við hópin um tað. Vit skulu til at spæla við fleiri síðuskiftum við longri avlereringum, fyri síðani at hótta við renningum, har tað er pláss. Vit skulu halda fram at spæla, men vit mugu skilja at vit mangla helst besta spælaran á tí økinum. Tí mugu vit tillaga spælinum eftir tí, sigur Håkan Ericson at enda.
Á venjingarleguni skal føroyska landsliðið eisini spæla tveir venjingardystir. Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, spæla Føroyar og Liktinstein á Pinatar Arena í Murcia í Spania. FM1 sigur frá dystunum.