Tað legst aftrat við fegnum Faxe Kondi steypavinnarum í høllini á Hálsi.
H71 vann finaluna hjá gentum 10. Tær spældu eina góða finalu móti StÍF, sum endaði 18-14. Í steðginum var H71 á odda 8-7.
Hervør Clementsen hjá H71 var kosin at vera dagsins leikari.
Neistin er vinnari av Faxe Kondi kappingini hjá gentum 12. Neistin vann 18-14 á H71 í finaluni. Í steðginum var Neistin á odda 9-6.
Sigrid Hansdóttir hjá Neistanum var at kosin at vera dagsins leikari.
##med2##
VÍF c vann finaluna hjá gentum 10 b. Tær vunnu 9-8 á VB. Hálvleiksstøðan var 4-3 til VÍF.
Rún Høgnadóttir hjá VÍF var kosin at vera dagsins leikari.
##med3##
Myndir: HSF