TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðu sum Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá H71, Sonni Larsen sum skal møta oddaliðnum VÍF í dysti í Vestmanna sunnudagin klokkan 16. Ein dystur sum FM1 sigur frá.
2) Hoyr samrøðu Heri Simonsen gjørdi við Sjúrð H. Hoydal um uppgávurnar sum eru fyri framman hjá kvinnulandsliðnum, ið skal møta Litava, Finnlandi og Sveis í HM-undan-undankapping í Sveis komandi vikuskiftið. Hetta vikuskiftið spæla Føroyar tveir venjingardystir ímóti Íslandi á útivølli.
Hesaferð vil Sonni Larsen átaka sær favorittleiklutin ímóti VÍF í Vestmanna í einum dysti, ið H71 vil vinna.
Sjúrður H. Hoydal heldur, at tveir venjingardystir ímóti Íslandi eru ein hóskandi avbjóðing áðrenn HM-undan-undankappingina í Sveis komandi vikuskiftið.
FM1 sigur frá tveimum dystum sunnudagin. VÍF-H71 í Vestmanna og StÍF-Neistin á Skála. Báðir dystirnir byrja klokkan 16. Frásøgumenn verða Hilmar Jan Hansen og Sjúrður H. Hoydal.