H71 og StÍF í finaluni

Tað verða hoyvíkingar og strandingar, sum skulu spæla finaludyst í Smyril Line Cup í morgin

H71 hevur á øðrum sinni skipað fyri serstakari hondbóltskapping í døgunum eftir jól.

 

Í gjár og í dag varð spælt í bólkum, umframt at hálvfinalur eisini hava verið á skránni. Hesir dystirnir eru nú avgreiddir, og úrslitið er, at tað verða H71 og StÍF, sum í morgin spæla finaludyst.

 

Tann dysturin byrjar klokkan 18.30.