Neistin - Kyndil 19-21 (8-9)
H71 - StÍF 29-25 (13-12)
Tveir dystir vóru á skránni í SMS deildini hjá kvinnum í dag.
Í Høllini á Hálsi var grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Kyndil hevði enn síni fyrstu stig til góðar, men eftir framúr avrik frá systrunum Báru og Súnu K. Hansen, tók Kyndil bæði stigini í einum tøttum og spennandi dysti, ið endaði 19-21 til Kyndil.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Sofie Søberg 5, Hjørdis Viðstein 4, Ingunn Kristina Persson 4, Stina Madsen 2, Drós Ragnarsdóttir 2, Rakul Magnussen 2
Málskjúttar hjá Kyndli:
Súna K. Hansen 9, Bára K. Hansen 7, Anja Eliasen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Sólja B. Poulsen 1
H71 - StÍF 29-25 (13-12)
Í Hoyvík tók H71 móti StÍF. H71 hevði fult stigatal undan dystinum, meðan StÍF hevði fingið eittans stig. Hóast munin á stigatalvuni eydnaðist tað strandakvinnum at geva oddaliðnum skarpan gang, men um miðan seinna hálvleik fekk H71 lagt avgerandi frástøðuna ímillum.
Endin var at H71 vann 29-25.
Málskjúttar hjá H71
Maria H. Weyhe 12, Marita Mortensen 7, Durita T. Joensen 6, Katrin V. Højsted 2, Tóhalla Thorsteinsson 1, Guðrið á Borg 1
Málskjúttar hjá StÍF
Emma Lerche 10, Karina Berg Høgnesen 8, Rebekka Zachariassen 2, Erla Jónsdóttir Petersen 2, Jóhanna í Króki 2, Simona á Fríðriksmørk 1