So er enn ein bók í bókabúðunum um lívið og verkið hjá kenda høvundanum og heimspekinginum Albert Camus (1913-1960). Hesuferð er tað danski lektarin og høvundurin Jørn Boisen, sum við einari kronologiskari gjøgnumgongd setir sær fyri at vísa, hvussu Camus alt sítt lív royndi at sameina sítt lív, sín moral og síni skaldsligu verk.
Bókin lýsir allar tríggjar tættirnar: tað stutta og næstan ófatiliga intensa lívsskeiðið hjá Camus, har hann kom í samband við tíðarinnar mest markantu persónligheitir og støðugt var í hornatøkum við tátíðar avgerandi politisku spurningar. Hansara moralfilosofi, sum framvegis beinrakið og viðkomandi setir orð á eksistentiellu spurningarnar hjá modernaða menniskjanum. Og seinast, hansara skaldsøgur, sum enn standa sum orginalir og gátuførir svartir diamantar í bókmentum í 20. øld. Hóast styrkin hjá Camus, sambært høvundanum, lá í hansara skaldsligu avrikum, aftrar hann seg ikki við at avdúka veikleikar í høvuðsverkunum, Den fremmede, Sisyfosmyten, Pesten og Faldet, men tekur tey upp í einum nýggjum, áhugaverdum kjaki.
Jens Boisen hevur fyrr víst seg sum ein óvanliga vælskrivandi miðlara av týðandi persónum og teirra ritverkum, eitt nú við bókini um Milan Kundera, sum kom út í 2001. Við bókini Albert Camus En introduktion prógvar hann enn einaferð, at eitt gátuført ritverk væl kann lýsast á ein atkomligan hátt uttan at nakað verður tikið frá tí.










