8-MANNAFØR
Tað stendur einki serligt til í kappingini millum 8-mannaførini. Ikki soleiðis at skilja at teir, sum kappast, ikki eru væl fyri. Heldur skal hetta skiljast soleiðis, at tað eru so fáar manningar, sum bjóða seg fram at kappast.
Veruleikin á Norðoyastevnu var, at eingin manning av bygd er við í kappingini, og at samlaða luttøkutalið er so lágt, sum tað ongantíð áður hevur verið tey hálvt hundrað árini, sum tað hevur verið kappast í bátum, sum serliga og bara eru roknaðir at rógva kapp í.
Í fjør vunnu klaksvíkingar í Nevinum Reyða allar róðrarnar í stórum stíli. Í ár er manningin flutt umborð á Klaksvíking. Nevið Reyða er mannað í høvuðsstaðnum, og úrslitið í Klaksvík boðar frá, at venjingarstøðan er einki serlig. Kvívíkingur plagar at vera drúgvur í hesi kappingini, men á Norðoyastevnu var einki at síggja til kvívíkingar.
Ørvur varð undan Norðoyastevnu mettur at hava góðar møguleikar. Báturin er mannaður við royndum rógvarum, sum hava verið við til at vunnið bæði í 5-mannaførum og umborð á 6-mannafarinum Gongurólvi.
Ørvur var á fyrsta teininum við í kappingini við Arjabátin. Men tað var Knørrur, sum setti dagsskránna. Knørrur vann FM í 1985 og aftur í 1989 og í 1990, tá ið teir vunnu allar róðrarnar uttan á Ólavsøku.
Síðani hevur Knørrur ikki verið í fremstu røð. Knørrafelagið hevur vunnið nógv við Jarnbardi. Á Norðoyastevnu vísti Knørrur, at tað rættuliga skal roknast við teimum. Fram ímóti málinum var munurin aftur til Ørv meiri enn ein bátslongd, og Knørrur vann í stórum stíli.