Einki bilar floglíkindunum í dag og fyri løtu síðani setti eitt lítið privatflogfar seg við átta fólkum í Vágum.
Talan er um heimsstjørnuna Rag’n’Bone Man, sum við sínum fylgi á átta fólkum er lendur í Føroyum. Leiðin gongur til Gásadalar at njóta náttúruna, áðrenn leiðir gongur til Gøtu, har bretska heimsstjørnan trínur á pallin klokkan 21.30.
Áðrenn konsertina við Rag’n’Bone Man verður dysturin, sum skal avgera HM lagnuna hjá Onglandi, vístur á stórskíggja á Gøtusandi.