Høvuðsfyrireikarin er væl nøgdur við oyggjaleikirnar

David Ball er formaður í fyrireikingarnevndini fyri oyggjaleikunum á Isle of Wight. - Tað hevur gingið framúr væl. Veðrið hevur verið framúr, og íbúgvarnir á Isle of Wight hava tikið sera væl undir við tiltakinum, sigur David Ball í stuttari samrøðu við Portalin. - Allar ítróttargreinarnar koyra sum teir skula, nú tríggir dagar eru farnir. Vit hava ikki rent okkum í nakrar stórvegis trupuleikar yvirhøvur, undirstrikar David Ball. - Umstøðurnar til ítrótt, vegir og annað verður nógv bøtt her á oynni. Eingin hevur klagað um umstøðurnar, har tey búgva, greiðir David Ball frá.

 

Tá Portalurin spyr, um tað veruliga ikki hava verið nakrar trupuleikar, slær David Ball fast: - Møguliga onkur smávegis trupuleiki her og har.

 

Miðlafólk úr Føroyum og øðrum oyggjum hava kortini minni góð orð at bera umstøðunum hjá miðlafólkunum, tá talan er um umstøður til internet, fartelefonsamband og annað, sum er lívsneyðugt fyri at greiða ein arbeiðssetning. Eyguni hjá David Ball síggja bert tað góða á Isle of Wight.

 

Ein sjónvarpsmaður frá Hebridinum mátti brúka smáar tveir tímar um at senda eitt sjónvarpsinnslag uppá minni enn tveir minuttir heim til Stornoway, og er greið semja millum miðlafólkini um, at hesi tingini riggaðu fleiri ferðir betri á Àlandi í 2009.