Fróði Benjaminsen var alt annað enn fegin um, at hann og liðfelagarnir ikki fingu meira enn tað sama burtur úr dystinum við Margáir sunnudagin.
- Vit eru so klárt betra liðið í dag. Og at vit kortini tapa dystin 2-1, er heilt ótrúligt.
Og tit eru fimm stig aftanfyri. Kann tað ikki vera tungt at heinta aftur?
- Sjálvandi. Fimm stig, tað eru tveir dystir, so vit mugu bara arbeiða hart, um vit skulu vinna tað aftur. Hinvegin er nógv positivt, sum vit kunnu taka við okkum úr dystinum, og so mugu vit bara brúka tað positivt, heldur Fróði Benjaminsen.