Sáttmáli
Í hesum døgum sita føroysk embætisfólk og kýta seg fyri at fáa Íslandssáttmálan fyri tingið.
- Lógaruppskotið kemur at hava álvarsligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív. Føroya Bjór, sum í út við 118 ár hevur virkað á føroyska marknaðinum, er ein av fyritøkunum, sum kemur at merkja sviðan av hjartamálinum hjá løgmanni.
Hetta sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.
Hann vísir á, at íslenska vinnulívið hevur yvirfyri uttanlandsdeildini hjá løgmanni trumfað ígjøgnum, at øl- og sodavatnsdósir skulu inn á føroyska marknaðin, hóast umhvørvisvinarligir landspolitikarar seinastu nógvu árini hava verið hart í móti, at dósir og onnur eingangs embalasja skal koma á okkara marknað.
Føroysku bryggjaríini hava í síni framleiðslu innrættað seg eftir hesum politiska veruleika og tískil ikki gjørt íløgur í dósakolonnur, sum tað verður rópt.
- Íløgurnar í útgerð til dósaáfylling eru í mun til føroyska marknaðin so stórar, at tær als ikki loysa seg, sigur Einar Waag.
Tað, sum Einar rópar "politiska hjartabarnið hjá løgmanni", heldur hann kemur at viðføra, at føroysku bryggjaríini mugu síggja í eyguni, at móti sumri verður framleiðslan hálverað.
Multinationalir stýra
- Ìslandssáttmálin leggur upp til, at føroyskar vørur hava frítt at fara á íslendska marknaðinum. So, her skuldu verið møguleikar fyri størri útflutningi. Føroya Bjór hevur gjørt royndir at koma á íslenska marknaðin. Hetta vísir seg tíverri at vera ógvuliga torført, tí tað eru stór multinational bryggjaríir, sum stýra hesum marknaði, sigur hann.
Stjórin í Føroya Bjór vísir á, at tað, sum kanska er verri fyri Føroyar í longdini, er tey negativu árini, sum blikk og eingangsíløt koma at hava fyri umhvørvið.
- Higartil hava føroyskir politikarar sæð týdningin av at verja umhvørvið á landi og sjógvi móti eingangsíløtum. Tað eru eisini onnur lond, sum við lív og sál verja um sítt umhvørvi, og eitt av hesum londum er Grønland, sigur hann.
Grundsjónarmiðið í handilsavtaluni millum Føroyar og Ísland er, at vørur skulu hava frítt at fara millum londini, tó so, at atlit skulu takast fyri serligum viðurskiftum.
- Hóast vørur og rávørur skulu hava frítt at fara, er tað ein sannroynd, at tað ber ikki til hjá íslenskum skipum at leggja rávøru upp her á landi.
Óbúnir politikarar
Einar Waag heldur tí nógv benda á, at tað er sera "agressiva" íslenska vinnu- og handilslívið, sum í hesum førinum leggur føroyskar politikarar undir trýst - og at hesir eru við til at ofra føroyskt vinnulív.
- Við hesum í huga, er tað ein góður spurningur, um okkara landspolitikkarar eru búnir at føra uttanríkispolitikk, heldur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.