Løgreglan í Oslo leitar í morgun eftir einum manni, sum skal hava hótt við at spreingja Stórtingið í luftina.
Løgreglan tók ein mann seint í nátt, men tað vísti seg, at tað var ikki hann, sum var komin við hóttanini, so hann er larin leysur aftur.
Leitingin byrjaði, eftir at ein maður, sum var í bussinum millum Hønefoss og Sandvika, var komin við nøkrum álvarsomum hóttanum. Millum annað hótti hann við at spreingja Stórtingið í luftina. Hóttanin fekk løgregluna at seta eina umfatandi leiting í verk. Allur miðbýurin í Oslo bleiv avbyrgdur, og vápnaðir løgreglumenn standa á varðhaldi allastaðni í miðbýnum.










