Tvær ferðir í nátt hevur løgreglan verið eftir monnum, tí teir gingu við knívi. Fyrru ferðina var tá ið løgreglan, í sínum vanliga eftirliti, rannsakaðu ein mann, og tá funnu tey ein ólógligan knív uppi á honun.
Aðru ferðina var tá ið ein kvinna ringdi at melda, at fyrrverandi unnusti hennara hevði hótt hana við knívi. Løgreglan fekk fatur á manninum og hevur nú skuldsett hann fyri at hava hótt hana. Støðan var ikki tann, at hann hevði ikki beinleiðis brúkt knív og løgreglan metti ikki, at tilburðurin var so mikið álvarsligur, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongsla hann og sostatt var hann leyslatin aftur.
Og aftur hetta vikuskiftið hava ókunnugfólk verið í hjallinum hjá fólki eftir ølið. Løgreglan sigur, at talan var um tveir hjallar í sama grannalagi í Eysturbýnum, stutt frá løgreglustøðuni. Nakað av ølið er stolið úr hjallunum, sum annars vóru ólæstir.
Annars var nógv løgreglufólk í býnum í nátt og tey hava í nøkrum førum byrgt fyri at illstøður ímillum fólk endaði við harðskapi.