Brexit samráðingarleiðin í ES parliamentinum, Guy Verhofstadt, hóttir nú við at niðurleggja veto á Brexit avtaluna, um ikki Bretland kemur við eini frægari ætlan at tryggja rættindini hjá ES borgarum, ið búgva í Bretlandi.
Í brævið til fjølmiðlar skrivar hann millum annað, at um Bretland av álvara ætlar at forða fyri at ES borgarar í Bretland ikki sleppa at velja til býráðsval í Bretlandi, um tey skulu søkja um at sleppa at verða verandi ella um tey skulu vísa á, at tey klára at tryggja eina minimuminntøku, so niðurleggja hann og onnur veto móti Brexit avtaluni. Teir bólkar, sum hava undirskriva brævið, telja tilsamans 77% av limunum í ES parliamentinum.
Tey siga, at tað er eisini ógreitt hvørji rættindir til dømis lesandi fara at fáa.
Víðari stendur í brævinum, at somu fólk fara ikki at góðtaka, at samráðingarnar møguliga taka longur enn tvey ár. Um samráðingarnar ikki eru lidnar í mars 2019, so mugu tær bara enda tá. Um ikki, so verður eitt ES val aftur og tað kann ikki koma fyri, at bretar sleppa at velja umboð í eitt parliament, sum teir vilja sleppa úr.
Tað kann skapa trupulleikar, tí endaliga Brexit avtalan, ið skal fyriliggja um tvey ár, skal góðkennast av øllum limalondunum.