Forsetin í Ekvador, Rafael Correa, sigur, at tann nývaldi forsetin í Kolombia, Juan Manuel Santos, verður kanska tikin og settur fastur, um hann kemur til Ekvador. Santos vann forsetavalið fyri stuttum og tekur formliga við í august.
Orsøkin er tvey ára gomul. Juan Manuel Santos var verjumálaráðharri í Kolombia í 2008, tá kolombisk flogfør bumbaðu eina legu, sum kolombiska uppreistrarrørslan Farc hevði í Ekvador. Tá góvu myndugleikarnir í Ekvador boð um, at Santos skuldi takast, tí hann hevði ábyrgdina av tilburðinum.
Rafael Correa vil fegin hava kolombiska forsetan á vitjan, men hann sigur, at hann kann ikki forða fyri, at hann møguliga verður tikin, tí boðini um at handtaka Santos eru framvegis í gildi.
-Rættarverkið í Ekvador er óheft av tí politiska myndugleikanum, og tí fái eg ikki gjørt nakað, sigur Rafael Correa.










