Tað var henda dag fyri 25 árum síðani, at kallað varð inn til fundar við tí endamáli at stovna eitt bjargingarfelag, og eini 40 fólk møttu.
Á fundinum varð umrøtt reglur og lógir fyri felagið, og síðani var ein nevnd vald við sjey limum. Tey vóru Kristin Holm, Róin Joensen, Hans Martin Hansen, Julian Sonne Hansen, Ivan Holm, Malan Hansen og Elin Hansen.
Gjøgnum árini hevur felagið útvega sær eftirhondini umfatandi útgerð, sum bæði telur bjargingarbil, brandpumpur, bjargingarbát, umframt alla persónliga trygdarútgerð. Hartil er eitt sløkkilið í oynni, sum í stóran mun telur limir í bjargingarfelagnum.
Bilarnir eru komnir til bygdina við vælvild frá øðrum bjargingarfeløgum og Tórshavnar Sløkkiliði, og annars virkar felagið undir teirri játtan, sum løgtingið á hvørjum ári veitir Landsbjargingarfelagnum, sum síðani býtir út til lokalu bjargingarfeløgini.
Tað vóru ymsar keðiligar hendingar um hetta mundi, sum festi neistan at stovna Nólsoyar Bjargingarfelag, og sjálvt um felagið hevur verið við í onkrum LOB virksemi, hevur eingin álvarslig skaðahending verið, síðani felagið varð stovnað.
Nógv tiltøk
Nólsoyar Bjargingarfelag fer at hátíðarhalda 25 ára dagin leygardagin við stórum upplivingardegi úti í Nólsoy. Byrjað verður klokkan 9 á morgni við morgunmati, og síðani verður skipað fyri ymsum tiltøkum fyrrapartin.
Á miðdegi bjóðar bjarginarfelagið til ein heitan rætt, ið eins og morgunmaturin er ókeypis, og um kvøldið verður so skipað fyri veitslu fyri innbodnum og øðrum.
Av tiltøkum kann nevnast rapelling/klintran, báturin Rescue Lív verður sýndur fram og ætlandi eisini bjargingarbáturin av Eiði, Vón, og høvi verður hjá fólki at sleppa ein túr við bátunhum. Arbeitt verður við einari bjargingar framsýning við tyrluni, og so sleppa børnini at koyra runt í bygdini við bjargingarbilinum hjá felagnum.
Øll hini bjargingarfeløgini í landinum eru boðin við til hátíðarhaldi, og flestu teirra hava boðað frá at tey koma. Eisini er Landsbjargingarfelagið boðið við eins og MRCC og løgreglan eisini verða umboðað.
Tað er soleiðis, at virkandi stjórin á MRCC, Edvard Bjarnason, er nólsoyingur, og kemur sjálvur at umboða stovnin.
Eftir trírættaða døgurðan um kvøldið, verður dansur, har »nólsoyingarnir«, Anfinn & Co fara at spæla.
Nevndin í dag hjá NBF sær soleiðis út:
Jan Hansen, formaður
Hans Martin Hansen, næstformaður
Malan Hansen, kassameistari
Evy Toftegaard Nielsen, skrivari
Torfríð Johannesen