Ein heystardag í fjør vórðu ikki færri enn 43 fólk smittað av salmonellu, eftir at tey høvdu keypt mat frá eini kinesiskari matstovu miðskeiðis í Keypmannahavn.
Danska Forbrúkararáðið metti, at hetta var eitt so álvarsamt mál, at tað hevur stevnt kinesisku matstovuni.
Illa sjúkur
Sama dagin, sum 23 ára gamli vágbingurin Hallur Augustinussen hevði keypt sær ein bita av innbakaðum høsnarunga á matstovuni China Box, legðist hann sjúkur.
? Tá eg var varugur við, at høsnarungin var reyður og ikki ordiliga stoktur, tveitti eg hann burtur, men tá hevði eg longu fingið mær nakrar bitar, sigur Hallur.
? Eg fór heim og steinsovnaði. Tá eg vaknaði, hevði eg nógvan fepur og pínu í búkinum. Eg hevði krampa í búkinum, og tarmarnir ryktu seg saman, sigur Hallur.
Hann fór so á skaðastovuna og varð innlagdur. Har lá hann í nakrar dagar. Tá ein vika varð liðin, kundi Hallur fara aftur í skúla, men hann følir tó árinini av salmonelluni eitt ár eftir, tí magin er ikki bygdur uppaftur enn.
Fødevaredirektoratet var í køkinum á matstovuni og gjørdi kanningar, og har varð staðfest salmonella í fleiri støðum. Eisini er tað komið fram, at kokkurin hevði salmonella.
Fleiri viðurskifti vóru ikki í lagi, og t.d. vaskaði kokkurin sær ikki um hendurnar eftir at hava verið á bukkuni.
Arbeiða við málinum
Forbrúkararáðið skrivaði til Fødevaredirektoratet um at fáa upplýsingar um, hvør varð smittaður. Fødevaredirektoratet heitir síðani á Hall og onnur, sum høvdu verið sjúk, um at venda sær til Forbrúkararáðið.
Fødevaredirektoratet valdi tey burturúr, sum høvdu fingið tað sama slagið av salmonellu, so at ein stevning lættari kundi orðast. Fimm hava vent sær aftur til Forbrúkararáðið.
Millum tey smittaðu vóru eini 30 sviar, sum Forbrúkararáðið ikki kann stevna fyri.
Hallur hevur verið á fundi við Forbrúkararáðið, har hann gav teimum sjúkradagbókina og greiddi frá sjúkragongdini. Hallur skal aftur á fund við Forbrúkararáðið, og tá skulu tey tosa nærri um málið.
Ikki úti eftir peningi
Endurgjaldskrav verður sett fram móti matstovuni, men Hallur leggur dent á, at hann ikki bara er úti eftir peningi.
? Eg vil fegin vera við at steðga slíkum, at matstovur kunnu langa vandamiklan mat um diskin uttan at verða revsaðar fyri tað, sigur Hallur.
? Um tær fáa eina revsing nú, fara aðrar matstovur at taka annað skinn um bak, so tað kanska ber til at eta trygt úti, sigur Hallur.
Hallur er fyribils givin at keypa mat á matstovum, men ger allan matin sjálvur heima.
Fyrst av sínum slag
Hetta rættarmálið er søguligt. Einki líknandi mál hevur fyrr verið í danskari rættarsøgu, og tí vekir tað miklan ans. Fjølmiðlarnir hava eisini gjørt nógv burturúr og hava tráðspurt Hall um bæði líkt og ólíkt.
Vanligt er, at mál fyrst fara í Býrættin, men hetta fer óivað beinleiðis í Landsrættin, tí tað er av "prinsipiellum karakteri". Tað er eisini væntandi, at málið endar í Hægstarætti.
Hóast tað er eitt ár síðani tilburðin, so væntar Hallur ikki, at málið kemur fyri í rættinum fyrr enn um eitt ár, og tað fara kanska at ganga eini trý ár, til dómur verður sagdur.
Hetta er tí, at matstovan kanska fer at stevna sínum útvegara.
Thomas Rørdam, sum hevur havt fleiri mál í Føroyum, er sakførari hjá Forbrúkararáðnum.
Hallur sigur seg vænta, at tey fara at vinna málið, og at rætturin fer at geva teimum viðhald, tí hann heldur, at prógvini eru somikið sannførandi.
Hallur skal vitna í rættinum, tá málið kemur fyri.