Húsdjór og summarfrítíðin

Djóraverndarfelagið tlf. 504533,
djoravernd@hotmail.com

Nú summarfrítíðin er farin afturum bak, hava vit fingið nakrar afturvendandi trupuleikar, um
húsdjór, sum ikki sleppa við á feriu.
Serliga eru tað kettur og hundar, sum hava verið fyri vanbýti, nú familjan skal uttanlands at ferðast, ella onkrastaðni, har djórið ikki kann koma við.
Tað er ikki so lætt at lata onkran vin í famlijuni hava kettuna heima hjá sær, tí tað tímur kettan aloftast ikki. Hon rýmur, og kemur á stongdar dyr, og fer tí heldur at vála, har hon kann koma í kløtur av politinum.
Trupulleiki er við hundum. Um hundurin er ov stórur, er ikki lætt at lata hann verða hjá nøkrum meðan familjan fer at ferðast. So hava summi gjørt tað, at fólk eru komin at »vitja« hundin nakrar feðir um dagin, og kanska hava gingið túr við hundinum. Um fólkini hava ein garð til hundin, hevur hann staðið og goy allatíðina í sorg yvir at húsfólkið er burtur.
Fólk sum vilja hava húsdjór skulu hugsa seg rættiliga væl um, áðrenn tey velja sær slag, stødd, ymiskan tørv og so víðari.
Um eingin kann ansa hestinum ella dunnunum meðan tit eru burtur, so er tað ikki hest ella dunnu tit skulu hava. Sama um hundurin er so stórur, at eingin hevur pláss fyri honum, so er loysnin kanska ein minni hundur. Um trupulleikar eru hvørja ferð tit skulu ferðast, so áttu tit kanska at umhugsað ikki at hava húsdjór enn, men kanska seinni í framtíðini.
Hugsið tykkum tí væl um, áðrenn tit fáa tykkum húsdjór!!!