Húsaklædningur farin av vindi

Tað hevur verið nógvur vindur í Klaksvík í dag

Nakrir smáskaðar hava verið í nógva vindinum í Klaksvík í dag, og sløkkiliðið hevur verið úti nakrar ferðir.

 

Í morgun var eitt tak farið á einum húsum í Haraldssundi, og nú seinnapartin var ein plastikk klædningur á einum sethúsum losnaður, og sløkkiliðið var á staðnum, sigur Finn Hansen sløkkiliðsleiðari. 

 

-Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í Klaksvík í dag, og teir skaðarnir sum hava verið eru óivað frá onkrum, sum hevur ligið leyst frá ódnunum um jólini, sigur Finn Hansen.

 

-Fólk ansa vanliga sera væl uppá, og teir skaðarnir, sum eru hendir í dag eru ikki av ósketni, men skaðar sum eru komnir av vindinum, sigur Finn Hansen.