Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 80 tons av fiski fyri stívliga 1,2 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprísur fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,20 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur á toski var 18,01 krónur fyri kilo fyri tosk 1. Toskur 2 og toskur 3 fóru fyri ávikavist 16,78 og 15,45 krónur fyri kilo.
Nøgdirnar av hýsu vóru størri á søluni í morgun enn nøgdirnar av toski. Kortini fekk hýsa eins frægan prís og toskur. Besti prísur var fyri hýsu 3, sum fekk miðalprísin 17,12 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var longa, har støddirnar 1, 2 og 3 fingu miðalprísin 16,90 krónur fyri kilo.
Nøkur fá tons av brosmu og kongafiski vóru eisini á søluni í morgun. Brosma fekk miðalprísin 8,75, og kongafiskur í ymiskum støddum fekk millum 6,32 og 7,32 krónur í miðal fyri kilo.