Tey hava bæði fyrr havt hvør sína frisørsalong í ávikavist Norðragøtu og Leirvík.
Umframt alt vanligt frisørarbeiði sum at klippa, lita og permanenta hár, sveisa tey eisini hár upp í og flætta. Eisini er ætlanin at pierca.
Fram til jólar hevur Hárfríðkan opið hvønn dag uttan sunnudag. Opið er soleiðis: mánadag-hósdag frá 10-17.30, fríggjadag frá kl. 10-19.00, og leygardag frá kl. 10-14.