Hóast vit einki hoyra um tað, er ein heimsumfatandi kapping lagt síðani farin í gongd, tí innan eitt ár skal ST hava nýggjan aðalskrivara. Tað eru leiðararnir í Washington, Beijing, Moskva, París og London, sum í síðsta enda eiga avgerðina, og í hesari vikuni er valstríðið byrjað av álvara.
Týsdagin kunngjørdi suðurkoreanska stjórnin, at hennara uppskot er at velja Ban Ki-Moon, uttanríkisráðharra til aðalskrivara. Hann er tað triðja valevnið, sum er skotið upp. Hinir eru varaforsætisráðharrin í Teilandi, Sunakiart Sathirathai, og stjórnarráðgevin í Sri Lanka, Jayantha Dhanapla. Harumframt hevur stjórnin í Eystur-Timor nevnt, at hon kanska fer at skjóta sín uttanríkisráðharra, Jose Ramos-Horta, upp sum valevni.
Tað er ikki av tilvild, at øll uppskotini eru komin úr Asia, tí nógvastaðni er semja um, at Asia eigur at fáa aðalskrivaran hesaferð. Tey fyrstu 15 árini vóru aðalskrivararnir úr Norðurlondum, men síðani hevur starvið gingið upp á skift ímillum heimspartarnar. Tey seinastu 15 árini hevur Afrika átt tað, og nú eru 35 ár, síðani ein úr Asia sat í ovasta embætinum í ST.
Spurningurin er so, um tey asiatisku londini kunnu semjast um eitt av valevnunum. Rokna verður við, at tað suðurkoreanska valevnið fær stuðul úr Japan og Kina, meðan Indonesia hevur boðað frá, at tað fer at styðja uppskotið úir Teilandi. Tað fara Vietnam, Malaysia og Filipsoyggjarnar helst eisini at gera, men sambært teilendska blaðnum The Nation er tað avgerandi, hvat USA sigur, og enn hevur Washington einki sagt.
Tað er trygdarráðið, sum tekur ta endaligu avgerðina, og tað eru tí í veruleikanum teir fimm føstu limirnir, sum sita við avgerðini. Amerikanski ST-sendiharrin, John Bolton, segði við Washington Times herfyri, at amerikanska stjórnin leggur ikki so stóran dent á, hvør heimspartur eigur tørn hesaferð. Hann segði, at Mið- og Eysturevropa hava ongantíð átt aðalskrivaran, men at tað er vert at kanna tann møguleikan hesaferð.
Bill Clinton?
Orðini hjá John Bolton hava havt við sær, at í seinastuni eru fólk farin at tosa um fyrrverandi polska forsetan Alexander Kwasnievski og letlendska forsetan Vaira Vike-Freiberga sum møgulig evni. Tey hava bæði gott samband við Washington, og Vaira Vike-Freiberga hevur harafturat tann fyrimun, at enn hevur ST ikki havt eina kvinnu í ovasta embætinum.
Fleiri fjølmiðlar vísa á, at tað verður at kalla ógjørligt at finna eitt valevni, sum øll londini kunnu semjast um, og so er tað heldur ikki vist, at tað er tað best egnaða evnið, sum at enda verður valt. Tí hava summi skotið upp at velja ein amerikanara hesaferð, og tað ljóðar, at fyrrverandi forsetin Bill Clinton skal hava víst tankanum áhuga. Hann hevði uttan iva fingið stuðul frá nógvum, men tey flestu ivast í, at John Bolton og hansara menn fara at stuðla manninum, sum einaferð var teirra argasti mótstøðumaður, skrivar AP.