Býrætturin í Keypmannahavn skal í næstu viku taka støðu til, hvørt talan var um neyðtøku, tá ein føroysk kvinna í tjúgunum tann 8.desember í 2001 hevði kynsligt samband við fimm mans í einum garði í Hillerødsgade í Keypmannahavn.
Teir fimm menninir eru allir ákærdir fyri neyðtøku og fyri at hava havt annað kynsligt samband við kvinnuna um hálvgum trý tíðina henda vetrarmorgun fyri góðum ári síðan. Tá menninir mánadagin vóru avhoyrdir í býrættinum í Keypmannahavn, játtaðu allir menninir at hava havt kynsligt samband við føroysku kvinnuna, men hildu fast við, at kvinnan sjálv legði upp til teirra.
Umframt hesar fimm menninar eru seks aðrir mans skuldsettir í málinum. Men eitt møguligt rættarmál móti teimum skal bíða, til hetta málið er avgreitt. Ákærin, Janne Mortensen, sigur við donsk bløð, at hon metir, at fleiri enn teir fimm kunnu hava verið við til at misnýta føroysku kvinnuna ella í øllum føri hava verið hjástaddir, tá hendingin fór fram, uttan at hjálpa kvinnuni.
Tá ákærin í fyrstu atløgu hevur valt at ákæra júst fimm mans, er tað tí at hesir longu nú hava játtað at hava havt kynsligt samband við kvinnuna. Eisini eru DNA-spor frá fýra teirra funnin á kvinnuni, vísti ákærin á.
Dómur í næstu viku
Teir ákærdu, ið arbeiða í sum hondverkarar, vóru saman við starvsfeløgum hetta kvøldið til jólafrokost í einum veitsluhølum í Hillerødsgade. Í býrættinum kom fram, at menninir høvdu fingið ríkiligt at drekka, umframt at onnur rúsevni vóru at fáa í veitsluni. Harumframt høvdu menninir fingið stripparar at undirhalda. Tá líður nakað út á náttina fara fleiri av monnunum útum at fáa sær fríska luft, og tá kemur føroyska kvinnan, ið hevði verið til ein annan jólafrokost í býnum, framvið.
Hvat síðan hendi skal býrætturin í Keypmannahavn taka støðu til. Rættarmálið fer at taka fleiri dagar, tí nógvir persónar skulu avhoyrast í málinum. Týsdagin skuldi føroyska kvinnan avhoyrast í málinum fyri dupultum afturlatnum hurðum. Væntandi verður dómur sagdur í málinum í næstu viku.