Hálvur føroyingur koyrdur úr Danmark fyri lívið

Ein 28 ára gamal maður, sum er hálvur føroyingur, og hálvur tunesari, skal missa sín danska statsborgaraskap fyri lívið. Samstundis verður hann sostatt vístur úr Danmark, og sleppur aldrin aftur.

 

DR skrivar í dag, at tað hevur Hægsti Rættur í Danmark, nú gjørt av, og sostatt gjørdi Hægstirættur beint ímóti býarrættinum og landsrættinum. Maðurin er giftur og eigur eitt barn, men í eina tíð var hann í Sýria og stríddist fyri illa gitna IS, og í hesum føri var tað nóg mikið til at hann varð vístur av landinum.

 

Hann er annars uppvaksin í Danmark, har hann fekk familju. Men hann fór frá konu og barni fyri at fara til Sýria, fyri at gera mun, sum hann hevur málborið seg, skrivar DR.

 

Í Landsrættinum varð hann eisini dømdur at sita í fýra ár, og tann parturin av dóminum stendur við, og tá ið hann hevur sitið dómin, verður hann koyrdur av landinum, og sleppur ikki aftur.