Europa-Cup
Dagfestingin á blaðnum, sum lesarin hevur í hondini, sigur 11. januar, og fyri hondbóltin í Vestmanna verður hesin helst ein av mongum søguligum dagfestingum. Fyri kvinnurnar hjá VÍF verður talan kanska um størsta dagin yvirhøvur, tí tað er nevnliga nú, at tær møta sínari størstu ítróttarligu avbjóðin higartil.
Hollendsku steypavinnararnir, Hellas, komu til landið hóskvøldið, og fríggjadagin verður so hin fyrri av tveimum Europa-Cup dystum leiktur.
Lagt nógv fyri
Mikukvøldið undan mansdystinum millum VÍF og Neistan fingu vit okkum eitt hugaligt prát við nakrar av teimum, sum mann besta kvinnuliðið í Vestmanna, og tað skerst ikki burtur, at tær vórðu sera spentar til uppgávuna.
Nógvar fyrireikingar eru gjørdar, og millum annað byrjaði sjálv venjingin longu miðskeiðis í juli, umframt at flestu teirra eisini høvdu runnið nakað sjálvar fram til hetta.
Tí var tað eisini eitt stórt vónbrot, tá tað í august mánaði frættist, at vegna væntandi luttøku, vórðu tey bæði fyrstu umførini í kappingini strikað.
- Tað var sjálvandi eitt stórt vónbrot. Vit høvdu jú allar sæð fram ímóti, at dystirnir skuldu spælast í september. Vit vandu sera hart, opg tað tað var eins og gleðin við hesum dalaði eitt fitt petti, tá vit fingu boð um, at vit skuldu bíða heilt til januar manað, siga tær mest sum við ein munn.
Eitt, sum tær ikki nevna, men sum kortini má metast sum søguligt í føroyskum hondbólti, er at hetta helst hevur verið við til at tryggjað teimum eitt søguligt pláss í føroyskari hondbóltssøgu. Vit hava í øllum førum ikki kunnleika um, at nakað føroyskt lið hevur leikt seg víðari til triðja umfar í Europa-Cup kapping, so longu nú hevur VÍF sett eitt slag av meti.
Danir bóðu orsakað
Vónbrotið undir fyrireikingum tykist tó ikki at vera nakað, sum hevur nerva VÍF liðið í heimligu kappingini. Liðið hevur vunnið allar sínar dystir, og tó at tað onkun tíð hevur verið eitt sindur tepurt, so er helst eingin, sum ivast í, at sigursrøð teirra er væl og virðiliga uppiborin.
Ikki síðani á heysti 2000 hava tær miust stig, og vit skulu aftur til seinasta dystin á vári 2000 fyri at finna seinasta tapið hjá liðnum.
Einaveldið her heima hevur helst eisini gjørt sítt til, at ein venjingarlega uttanlands kom upp á tal, og beint eftir jól gekk leiðin so til Danmarkar, har tær í eina viku hava lagt mest sum seinastu hond á fyrireikingarnar.
- Vit vandu rættiliga hart í Danmark. Tvær ferðir um dagin hvønn dag, tó at talan bert var um eina einstaka venjing teir dagarnar, sum dystur eisini var á skránni, men vit vóru so á vøllinum tvær ferðir um dagin, sigur Jacklin Durhuus.
Nicolina Eyðbjørnsdóttir er tó skjót at leggja afturat, at hetta tó ikki er heilt rætt.
- Vit høvdu jú frí nýggjársaftan, sigur hon smílandi, og at meta eftir prátinum um innkeyp og gongutúrar, so mundi hendan fríløtan á ferðini koma teimum væl við millum allar venjingarnar.
Tá tosað verður um venjingarleguna, so skerst ikki burtur, at VÍF-kvinnurnar eru ikki sørt ernar um, at tað eydnaðist teimum at vinna allar dystirnar á ferðini.
Spælt varð ímóti tveimum liðum úr ovaru hálvu av donsku 1. deild (t.e. næst sterkasta deildin), umframt einum úr danmarks-røðini, og eingin av hesum stóðu føroysku greipuvinnarunum kurl. Tann dagin, sum tær spældu móti veikasta liðnum, var annars ætlanin, at tær skuldu sterkastu mótstøðuna, men vegna veður bar ikki til hjá ætlaða mótstøðuliðnum at koma fram.
- Sjálvandi gevur tað okkum gott mót, at vit megnaðu at vinna allar dystirnar. Tað var enntá soleiðis, at tann, sum stóð fyri fyrireikingunum í Danmark, bað okkum orsakað seg, at hann hevði valt somikið veik mótsøðulið, men hann hevði als ikki ímynda sær, at vit fóru at vinna allar dystirnar, siga tær ? ikki sørt ernar.
Eru sterkar
Eitt eru dystir móti liðum úr næst bestu donsku deildini. Nakað heilt annað er helst at skula royna seg ímóti einum av sterkastu liðunum í Hollandi, og allar sum tykjast kvinnurnar eisini at vera greiðar um, at her verður talan um øðrvísi og sterkari mótstøðu.
Stórskjúttin á liðnum, Ioana Rápa, ivast ikki í, at talan er um eitt sterkt lið, men hinvegin, so er kunnleikin til mótstøðuna ikki hin stóri.
- Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa hendur á nakrari videoupptøku við dystum hjá Hellas, og tað kann sjálvandi vera ein vansi, heldur hon.
- Tað einasta, sum vit kenna til tær er, at í øllum førum málverjin hevur verið við Hollandi, tá føroyska U-20 landsliðið spældi ímóti teimum, sigur hon, áðrenn Jacklin leggur afturat.
- Vit rokna so í øllum førum við, at vit fara at fáa sterka mótstøðu, tí eg minnist sera væl handan dystin, sum vit spældu ímóti Hollandi. Eftir at hava staðið okkum so hampuligt móti Danmark og Fraklandi hildu vit ta ferðina, at ímóti Hollandi mundu vit so í øllum førum hava ein kjans, tí her var talan ikki um nakað stórveldi í hondbólti.
- At vit ikki vóru greiðar um veruliga styrkina hjá liðnum, gjørdi tó, at vit rætt og slætt vórðu avbukaðar, men tað mistakið fremja vit so ikki aftur, heldur Jacklin.
Tvær nætur
Nú vit mikukvøldið prátaðu við tær, skarst ikki burtur, at spenningurin í hópinum er øgiligur.
Kanska orsakað av hesum, hevur venjingin seinastu vikuna ikki verið heilt so hørð, sum hon annars er. Sunnu- mána- og mikudagurin hava allir verið frídagar, so tað er helst einamest sálarliga, at seinastu fyrireikingarnar skulu fáast frá hondini.
Somuleiðis hava allar tikið frí frá arbeiðinum fríggjadagin, soleiðis at tær kunnu vera so væl fyri, sum til ber, og nú er so bara eftir at bíða, ella sum onkur teirra segði mikukvøldið:
- Nú skulu vit bara sova tvær ferðir afturat.