Hálka orsøk til smærri óhapp

Kavin elvdi til ferðsluóhapp

Børnini gleðast um kava, men kanska er minni hugaligt at vera bilførari undir slíkum umstøðum.

Kavin hevur ligið nakrar dagar og hevur hetta merkt ferðsluna.

Á politistøðini í Havn verður sagt, at fleiri smærri óhapp hava verið og at hálka er orsøkin.

Fríggjadagin vóru 3 smærri óhapp og eisini leygardagin vóru 3 smærri óhapp. Øll vegna hálku.

Annars hevur verið friðarligt í vikuskiftinum, verður sagt av politistøðini í Havn og teir vita einki um, at nakað stórvegis er hent á bygdunum heldur.